Eg eiti Finnur Fluga,
nógv kynstur má eg duga.
Við beinum seks og veingjum tveim
eg dyrki fjas og gleim.
Flugur gera hopp,
flúgva uttan stopp.
Eg spæli – ferðist víða um
og sigi: Summ, summ, summ.
Eg stríðist og eg strevist
og ongantíð eg gevist.
Tað strævið er, men nyttu ger.
Eg havi fulla ferð.
Tit tykkum kanska undra,
um børnini fimmhundrað.
Tað satt er og eg havi frætt,
at stór er øll mín ætt.
Í fluguverð er vandi
– her nyttar ei við gandi.
Tí eiturkoppar eta oss
og geva deyðakoss.
Teir eiturkoppar feitu
og ljósini tey heitu.
Tann býtti flugusmekkarin,
sum bukar líttla Finn!
So mangar vakrar blómur
ein sannur flugurómur.
Eg flúgvi mær ein fínan túr
og fái so ein lúr.
Men flugulív er herligt –
tað er nú nakað serligt.
Eg arbeiði og spæli nógv
og brúki ikki skógv.
Flugur gera hopp,
flúgva uttan stopp
Eg spæli – ferðist víða um
og sigi: Summ, summ, summ. |